Íverksetara fyritøkan Green IQ í Hvalvík er tilnevnd til umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2018. Teir eru tilnevndir fyri oljureinsianleggið GreenArc. 30.oktober fæst at vita hvør vinnur.
Green IQ heldur til í gomlu gulu smiðjuni hjá Jóhannes í Hvalvík og tað er har oljureinsianleggið er ment. Anleggið er í viðfestisvogni, og ger hetta anleggið lætt at flyta til staðið har oljudálkingin er.
Green Arc kann taka t.d. taka olju upp úr bátahyljum og kann reinsa áleið 2800 litrar um tíman. Skipanin er í einum vogni við skimmara, pumpu, el-agrigat, separatortanga, og 1000 litur tanga til olju. Tað, sum er sermerkt við hesi skipan er, at man tekur oljuna burturúr og koyrir vatnið aftur á sjógv. Skipanin er mobil og kann gerast klár á staðnum uppá 10 minuttir. Ein persónur klárar einsamallur at fáa skipanina í gongd og soleiðis fyribyrgja eini oljudálking.
Skipanin kann brúkast har olja er fanga innanfyri eina oljusperru ella eitt í einum havnalag, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni. Umframt hetta kann skipanin eisini reinsa brunnar og annað.
30.oktober 2018 verður stórfingið hátíðarhald í Operahúsinum í Oslo har virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum verða handaðar. Sunda kommuna ynskir Green IQ tillukku við tilnevningini og bestu eydnu framyvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald