Uttanlands

Greta Thunberg fingið ábyrgdina av størsta morgunblaðnum í Svøríki í ein dag

Í dag er svenski veðurlagsaktivisturin, 17 ára gamla Greta Thunberg, gestaredaktørur á Dagens Nyheter, sum í dag varpar ljós á eitt evni – veðurlagið

Greta Thunberg er gestaredaktørur á Dagens Nyheter í allan dag (Mynd: EPA)

Greta Thunberg er gestaredaktørur á Dagens Nyheter í allan dag (Mynd: EPA)

2020-12-06 12:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, 6. desember 2020, sær bæði pappírsútgávan og heimasíðan hjá Dagens Nyheter, ið er størta morgunblaðið í Svøríki, eitt sindur øðrvísi út enn vanligt.

Høvuðstíðindini snúgva seg nevniliga bert um eitt evni – veðurlagið.

Tað er 17 ára gamli svenski veðurlagsaktivisturin, Greta Thunberg, sum í dag er gestaredaktørur, sum hevur ábyrgdina av tíðindunum á Dagens Nyheter.

– At lata einum ómyndigum, olærdum aktivisti ábyrgdina av størsta morgunblaðnum í Svøríki er óhoyrt og vitleyst. Um tað ikki var tí, at vit eru í einari eksistentiellari kreppu, sum enn verður ignorerað av samfelagi okkara, sigur Greta Thunberg um átakið.

Greta Thunberg heldur ikki, at nakrar broytingar fara at henda, áðrenn nóg nógv fólk hava skilt, hvussu álvarsom støðan er, og tað ber ikki til uttan hjálp frá miðlunum, sigur hon.

[object Object]Dagsins pappírsútgáva av Dagens Nyheter (Mynd: EPA)

Tað er ikki nóg mikið við eitt sindur av viðgerð her og har, um boðskapurin skal røkka út til fólk, tí er neyðugt við einum heilum blaði, sum bara viðger hetta evnið, sigur Greta Thunberg, sum undirstrikar, at dagsins blað fer at leggja dent á gransking. Sostatt er talan um fakta og ikki um meiningar.

Sambært TV2 er hetta fyrstu ferð, at Dagens Nyheter hevur ein gestaredaktør. Á miðlinum í dag ber m.a. til at lesa um Parísavtaluna, og týðandi veðurlagsfrágreiðingar.

Ein avleiðing av hesum er, at eingin leiðari ella lesarabrøv eru í dag, og veðrið og onnur tíðindi eru flutt. Eisini er talgilda útgávan av blaðnum, sum er 58 síður, vorðin ókeypis fyri øll í dag.

Dagsins átak er komið í lag, eftir at Greta Thunberg er komin við atfinningum um Dagens Nyheter og teirra viðgerð av veðurlagskreppuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder