Innanlands

Grindadráp uttan stórvegis hóvasták í Havnini

Talan var um umleið 80 hval. Eingin legði uppí, og tað gekk skjótt fyri seg

Tað gekk skjótt og væl, tá grindin varð hildin til í Sandagerði fyri løtu síðani (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tað gekk skjótt og væl, tá grindin varð hildin til í Sandagerði fyri løtu síðani (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-07-09 17:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani legði ein grind beinini í Sandagerði. Talan var um grindina, sum varð funnin í Hestfirði stutt áðrenn klokkan 15.

Fyrst varð mett at talan var um 80-100 hval. Tá samankom var talan um áleið 80 hval, upplýsir sýslumaðurin Heimasíðan fm1.fo skrivaði, at drápið gekk skjótt og væl: Tað tók bert umleið tíggju minuttir, hóast tað ikki vóru so nógv fólk við.

Eingin legði uppí. Annars var tað eitt sindur lagt upp til hetta. John de Paul Joria er fyri stuttum farið framvið Leirvík, so skipið við Paul Watson umborð fekk einki gjørt. Spurningurin er nú, hvat hendir við skipinum.

Tað hevur, sambært kunngerð í vikuni, ikki loyvi at vera innanfyri tólv fjórðingar. Tjaldrið siglir aftaná, og danska verjuskipið Hvidbjørnen er eisini nærhendis.

Les eisini: Løgreglan: Fyrihalda seg sum vanligt til grindadráp

[object Object]
John Paul de Joria millum Kalsoynna og Leirvík fyri løtu síðani 

[object Object]
Verjuskipið Tjaldrið í hølunum á tí 

Seðlarnir koma helst út um ellivu-tíðina í kvøld.

Rættað og dagført: 18.03

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder