2018-07-24 14:50
Grindin hevur nú lagt beinini í Sandágerði.
- Drápið gekk væl. Byrjað varð klokkan 14:36 og klokkan 14:51 var yvirstaðið. Eg meti at talan er um eini 50 hval, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Sýslumaðurin sigur at har er nógv fólk bæði í bátunum og á landi, og at hann væntar, at grindin verður býtt í drápspartar.
- Soleiðis sum tað sær út nú, so verður hon býtt í drápspartar. Men tað veit eg meir um tá eg havi sæð tølini, sigur sýslumaðurin at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald