2019-05-26 21:28
Fyrr í dag vóru grindaboð, tá lítil grind var funnin í Hvalbiarfirði. Grindin er nú deyð.
Portalurin hevur tosað við Sverra Jacobsen, sum er ein av grindaformonnunum í Hvalba. Hann sigur, at drápið gekk av tí allar fínasta og at tað gekk skjótt at drepa grindina.
Sverri Jacobsen, sum býr í Sandvík, sigur at grindin var komin tætt at landi, tá hann kom til Hvalbiar. Tí veit hann ikki heilt, hvussu tað gekk at reka. Men hann hevur bara frætt at tað gekk væl.
Grindaformaðurin torur ikki at siga endaliga hvussu nógvar hvalir talan var um, men hann roknar við at har vóru eini 30-40 hvalir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald