2018-07-31 11:01
Seðlarnir fyri grindina í Sandavági í gjár komu út klokkan 22 í gjárkvøldið. Og har var eitt sindur meira í part enn tað var í Havn, har teir 38 hvalirnir vóru býttir í 1009 drápspartar og fjórðingskinn var í part.
Í Sandavági var eitt skinn í part. Nógv fólk var og skar upp á bryggjuni í Miðvági í gjárkvøldið. Tað vóru 135 hvalir, sum løgdu beinini í Sandavági, og tilsamans taldi grindin 1059 skinn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald