2018-07-30 20:10
Klokkan 22 koma seðlarnir fyri grindina, sum varð hildin til í Sandavági seinnapartin, út.
Tað vóru 135 hvalir sum løgdu beinini, og grindin verður skift í drápspartar og møguliga heimapartar. Talan er um 1059 skinn, upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Seðlarnir koma út klokkan 22 á bryggjuni við Snarfrost í Miðvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald