2018-08-21 20:59
Grindin, sum menn hava roynt at fingið rakstur á í allan dag út fyri Trælanípuna nærkast nú av álvara landi.
Fyri lítlari løtu síðani komu teir um Presttanga, og fara nú at raka hana inn á Sandavág.
Finnbogi Midjord sigur, at mett verður at grindin er stór. Hon gekk í fimm bólkum.
Helst gongur ikki lang tíð til hon leggur beinini í Sandavági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald