Elorkan í Føroyum royndist sera væl í oktober. Sonevndi grøni parturin av samlaðu framleiðsluni var heili 67,8 prosent. Vindorka stóð fyri 23,3 prosentum, meðan 44,5 prosent komu frá vatnorku. Hetta er sera gott samanborið við undanfarin ár. Í oktober 2017 var grøni parturin 64 prosent, og í 2016 var grøni parturin 46 prosent.
Tað skrivar SEV á heimasíðu sína.
Oktober gjørdist eisini besti mánaður nakrantíð við vindorku. Meðal vindmegin var 11,8 m/sek, og vindmyllurnar framleiddu 7.583 MWh, ið svarar til samlaðu elnýtsluna hjá øllum privatum húskjum í Føroyum.
Vindmyllulundin í Húsahaga framleiddi 5031,48 MWh í oktober 2018. Hetta er nýtt met.
Tó er tað ikki bara vindframleiðslan, sum er økt. Virksemið í samfelagnum er nógv vaksið og somuleiðis eisini eftirspurningurin eftir streymi. Samlaða elframleiðslan er 4,5 prosent hægri enn somu tíð í fjør. Hetta merkir, at hóast grøna framleiðslan er hægri enn í 2017, ger stóri vøksturin í nýtsluni, at termiski parturin (olja) eisini er øktur, og er 7,7 prosent hægri enn sama tíðarskeið í 2017, skrivar SEV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald