Uttanlands

Grønland: Atassut meldar seg úr stýrisskipanarnevndini

Men floksumboðið í nevndini tekur ikki indir við avgerðini, sum starvsnevndin hevur tikið

Aqqalu Jerimiassen, formaður í Atassut

Aqqalu Jerimiassen, formaður í Atassut

2020-06-13 11:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønlendski flokkurin Atassut – herheima ofta kallaður grønlendski sambandsflokkurin – meldar seg nú úr grønlendsku stýrisskipanarnevndini, tí flokkurin heldur, at pengarnir, ið verða brúktir til hetta arbeiðið, eru betri brúktir aðrastaðni.

Hesum boðaði flokkurin frá eftir ein fund í starvsnevndini í gjár, skriva bæði Sermitsiaq og KNR.

- Vit halda, at tað vildi verið meira gagnligt fyri samfelagið, um pengarnir vórðu brúktir upp á fólkið, sigur Aqqalu Jerimiassen, formaður í Atassut við grønlendskar miðlar.

Í viðtøkunum fyri nevndina stendur, at allir flokkar í grønlendska landstinginum skulu vera umboðaðir í nevndini, men hetta ynskir Atassut ikki longur.

Bæði tí flokkurin ikki tekur undir við, at Grønland skal fara úr ríkisfelagsskapinum við Danmark og Grønland og tí at flokkurin ikki heldur, at tað er realistiskt at tosa um sjálvstýri.

- Í okkara viðtøkur stendur, at Atassut heldur, at tað ikki er realistiskt at tosa um sjálvstýri í løtuni. Í verandi støðu hevur samfelagið meira gagn av at vera í ríkisfelagsskapinum, og vil tí varðveita ein sterkan ríkisfelagsskap, sigur Aqqalu Jerimiassen við KNR.

Flokkurin heitir tí á landstingið um at niðurleggja stýrisskipanarnevndina.

Endamálið við nevndini er at orða eitt uppskot til stýrisskipan, ið skal vera grundarlag fyri einum sjálvstøðugum Grønlandi.

Nevndin skal lata sítt uppskot til stýrisskipan 21. juni 2021, skrivar KNR.

Nevndarlimurin ikki samdur
Tað er ikki full semja í Atassut um at gevast við hesum arbeiðinum. Umboðið hjá flokkinum í stýrisskipanarnevndini er als ikki samd.

- Eg skilji ikki hugburðin hjá flokkinum og eg eri vónbrotin av flokkinum, sigur Paninnguaq Kruse, sum umboðar Atassut í nevndini, við Sermitsiaq. Hon varð ikki kunnað áðrenn starvsnevndin tók avgerðina í gjár.

- Eg eri ikki sinnað at gevast við hesum arbeiðinum nú, tí hetta arbeiðið hevur týdning, sigur hon við Sermitsiaq, og upplýsir eisini, at hon nú umhugsar sína støðu í flokkinum.

Miðilin ivast tó í, um hon kann halda fram í nevndini, um hon ikki er limur í Atassut, tí tað er flokkurin, ið eigur sessin og hevur útnevnt hana í nevndina í síni tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder