Vinnandi flokkurin á landstingsvalinum í Grønlandi í gjár, fekk eisini eitt gott kommunuval, sum varð hildið samstundis.
Inuit Ataqatigiit, IA, hevur nevniliga tryggjað sær borgarstjórasessin í Kommune Kujalleq (Qaqortoq) í Suðurgrønlandi, og situr nú á trimum av teimum fimm borgarstjórasessunum í Grønlandi, tí flokkurin endurvann borgarstjórasessin í Kommune Qeqertalik (Aasiaat) og Kommuneqarfik Sermersooq (Nuuk og Eysturgrønland), skrivar Ritzau.
Frammanundan hevði Siumut borgarstjórasessin í Kommune Kujalleq. Nú verður sessurin hjá Kiista P Isaksen yvirtikin av Stine Egede frá IA.
Hinvegin varðveitti Simiut meirilutan og endurvann borgarstjóran í Avannaata Kommunia (Ilulissat) og Qeqqata Kommunia (Sisimiut).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald