Uttanlands

Grønland: Landsstýriskvinnan leggur frá sær

Ein persónur, sum í fjør hjálpti til í húsarhaldinum, hevur av órøttum brúkt knappar 7.000 krónur av bensinkortinum í ráðharrabilinum

Doris J. Jacobsen (Mynd: Sermitsiaq)

Doris J. Jacobsen (Mynd: Sermitsiaq)

2018-10-18 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt mál um misnýtslu av einum bensinkorti er nú orsøk til, at Doris J. Jensen, landsstýriskvinna við heilsu-, almanna- og løgmálum í grønlendska landsstýrinum, nú leggur frá sær.

Tað boðaði bon frá á einum tíðindafundi í gjár.

Hetta hendi eftir at fyrst Partii Nalaraq og síðan Demokratarnir boðaðu frá, at flokkarnir fóru at stuðla einum uppskoti hjá Inuit Ataqatigiit um misálit móti landsstýriskvinnuni. Sostatt var meiriluti fyri misálitinum, og tí tók Doris J. Jensen avleiðingarnar, og tók seg aftur, áðrenn málið kom til atkvøðugreiðslu í landstinginum.

Hon tekur nú við aftur við sessinum í landstinginum, Intsisartut.

Hon greiddi frá, at talan er um ein persón, ið hevur brúkt hennara bensinkort til at fylla bensin á bát sín. Talan var um ein persón, sum tá var partur av húsarhaldinum hjá Doris J. Jensen, men ikki er tað longur.

Hon greiddi frá, at talan er um ein persón – ikki mannin – sum eitt skifti í 2017 hjálpti til heima hjá teimum, eitt nú við at halda húsog ansa børnum hennara, tá hon var burtur á tænastuferð, skrivar Sermitsiaq.

Viðkomandi hevur havt møguliga at brúka tænastubilin hjá henni, tí hann skuldi koyra børnini, tá hon var burtur. Harvið hevur hann eisini havt atgongd til bensinkortið.

Málið snýr seg um keyp av bensini fyri 6.855 krónur og 45 oyru. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder