2019-04-08 08:02
Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verður hósdagin.
Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, er vertur fyri fundinum hesaferð, og í hesum sambandi fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, til Grønlands.
Fundurin verður hildin í Ilulissat. Eftir ríkisfundin verður tíðindafundur.
Stjórnarleiðararnir fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og evni av felags áhuga, skrivar Løgmansskrivstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald