Stórir skógareldar hava herja í Svøríki seinastu vikurnar, og hjálp er komin frá øllum Evropa at niðurberja eldin. Í dag fóru eisini grønlendskir brandmenn til Svøríki at hjálpa.
Buuju Søholm úr Illulissat, Lars Kristiansen úr Upernavik og Knud Hammond úr Uummannaq vóru við Hercules flúgvaranum hjá donsku verjuni, sum fleyg til Svøríki í morgun úr Roskilde.
Teir grønlendsku brandmenninir fara at arbeiða í Ljusdal Kommune í Dalarna, skrivar Sermitsiaq. Teir tríggir verða partur av einum toymi á 60 brandmonnum, sum fóru úr Danmark til Svøríki í dag.
Sagt verður, at hetta er ein tøkk úr Grønlandi fyri tað stóru hjálp, sum Grønland fekk frá norðurlond í fjør, tá Uummaannaq økið var rakt av einari ógvusligari flóðaldu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald