Grønlendingar óttaðust, at landið var rakt av corona-virus, tá trý ferðafólk, sum komu úr Føroyum, boðaðu manningini á flogfarinum úr Keypmannahavn til Kangerlussuaq frá, at tey kendu seg illa.
Komin fram, vórðu tey sett í sóttarhald og kannað. Nú vísir úrslitið av kanningini, at tey kortini ikki vóru smittað. Tað skrivar Sermitsiaq í dag.
- Tað vóru eini góð boð at fáa. Tað kendist nakað yvirdrivið, tað sum hendi, men tað er eisini gott at upplia, at hetta verður tikið í álvara. So eru vit fyrireikað til næstu ferð, illgruni er, sigur Alexandra Pipaluk Hammeken, ein av fólkunum, sum vóru undir illgruna, við Sermitsiaq.
Alexandra Pipaluk Hammeken, lesur til lærara, og hevur starvast á einum skúla í Havn í fýra vikur. Hon fekk boðini frá grønlendska landslæknanum í morgun.
Hesi boðini merkja eisini, at øll tey 55 fólkini í flogfarinum, ið vórðu send í sáttarhald, nú kunnu ferðast frítt aftur, skrivar Sermitsiaq.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald