Uttanlands

Grótbræðingin veksur svarandi til níggju fótbóltsvøllir um dagin

Mongdin at gløðandi grýti, sum kemur úr íslendsku undirgrundini bara økist

(Mynd: RÚV)

(Mynd: RÚV)

2021-06-14 16:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mongdin av grótbræðing, sum kemur úr gosinum í Fagradalsfjallið er økt munandi í seinastuni. Tað vísir íslendski Jarðvísundastovnurin hjá Háskóla Íslands á.

Víddin á gosbræðingini økist nú við 60.000 fermetrum um samdøgrið, svarandi til níggju fótbóltsvøllir, skrivar Ríkisútvarpið.

Heimasíðan hjá Jarðvísundastovninum vísir á, at tey nú býta gosið á Reykjarnesi upp í trý tíðarskeið.

Fyrsta skeiðið var fyrstu tvær vikurnar, tá grótbræðingin var rættiliga jøvn og spakuliga minkandi.

Annað skeiðið byrjaði, tá nýggj gosop komu fram norðan fyri upprunaligu gosopini, hetta stóð á í ein hálvan mánaða.

Triðja skeiðið, hevur higartil vart í átta vikur, og hetta skeiðið er grótbræðingin komin úr einum og sama gosopi.

Jarðvísundastovnurin sigur, at gosið í Fagradalsfjalli er heilt øðrvísi enn tey gos, sum íslendingar hava upplivað hesi seinastu áratíggjuni – hetta tí grýtið er komið úr groytisbrunnun undir sjálvum eldgosinum. Soleiðis er ikki hesaferð, og tí er tað ímøguligt at meta um, hvussu leingi gosið fer at halda fram, og um tað, sum kemur uppúr, framvegis fer at økjast í mongd. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder