Grunnurin hjá amerikansku ríkmannahjúnunum, Bill og Melinda Gates, økja nú um sín stuðul til WHO. Hetta sum aftursvar til amerikanska forsetan, Donald Trump, sum hevur boðað frá, at landið støðgar við sínum gjaldi til heimsheilsustovnin.
Grunnurin, Bill & Melinda Gates Foundation, BMGF, er næst støsti gevarin til WHO aftan á USA, og økir nú gjaldið frá 100 til 250 milliónir dollarar. Í fjør rindaði USA umleið 400 milliónir dollarar til WHO, skrivar SVT.
- At minka um stuðulin til WHO er órímiligt. Vit hava tørv á beiðum stuðuli. Tað eru í støðum sum hesari, at vit øll skulu hjálpa til, sigur Melinda Gates, sum er forkvinna í grunninum saman við manni sínum, Bill Gates.
Aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, harmast um avgerðina hjá USA og sigur, at neyðugt er at aðrir partar stuðla har tað nú kemur at mangla.
Melinda Getes metir, at tað kann gerast trupult.
Pengarnir frá grunninum skulu brúkast til at finna nýggjar heiðivágir, nýggjar viðgerðir og koppsetingar at taka upp avbjóðingarnar við koronasmittuni, og til at hjálpa fátækum londum og veikum fólkabólkum, har smittan rakar serliga hart.
- Sum altjóða samfelag eiga vit nú at ansa serliga eftir hvat hendir í londunum í Afrika og Asia. Vit síggja ein stóran tørv, og tað er tí at vit nú tvífalda okkara íkast, sigur Gates.
Les eisini: Trump ætlar at taka stuðulin til WHO burtur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald