Hann hevur hótt við tí fyri kortum, og nú tykist tað sum um, at tað gerst veruleiki: Amerikanski forsetin vil taka amerikanska stuðulin til heimsheilsustovnin WHO burtur.
- Tey hava ikki liva upp til teirra grundleggjandi skyldu, og tað skulu tey nú standa til svars fyri
Hetta segði Donald Trump á tíðindafundi mikunáttina okkara tíð. Nú skal forsetin saman við sínari fyristing tosa um málið.
Tað eru tvey høvuðspunkt, ið forsetin er ónøgdur við: At WHO hevur í ein mun fjalt, hvussu koronavirusi hevur spreitt seg - hvussu álvarsamt tað var tíðliga - og at heimsheilsustovnurin hevur verið ov "Kina-miðsettur", hóast USA stendur fyri størsta partinum av fíggingini.
Eisini Japan hevur í seinastuni funnist at WHO fyri at í fyrstu syftu hava undirmett koronavrusið - at heimsheilsustovnurin segði, at talan ikki var um eina farsótt sum herjaði í Kina, og sum fór at raka restina av heiminum. Hetta hevur sambært Taro Aso, forsætisráharra, og Donald Trump gjørt, at lond ikki hava verið til reiðar at standa ímóti og ikki tikið støðuna í størsta álvara.
Donald Trump hevur sjálvur verið fyri atfinningum fyri at ikki taka koronavirusið í nóg stórum álvara, og at amerikanski forsetin hevur bíðað ov leingi við at skýra tað eina farstótt. Atfinningar hava síðani tíðindafundin verið um, at Trump roynir at koyra skyldina víðari.
790 milliónir í fyrstu syftu
Donald Trump og fyrisiting hansara skulu nú viðgerða støðuna. Forsetin sigur, at í minsta lagið fer hann at støðga amerikanska ískoytinum til WHO fyribils. Tað er ikki bert eitt smáoyra, ið WHO so missur.
Tíðindastovan NTB skrivar, at USA komandi árið eftir ætlan skal geva 116 milliónir dollarar - 790 milliónir krónur til WHO komandi árið. Hartil er avtala um ein "eyka stuðul", sum kann gevast. Hann liggur millum 100 milliónir og 400 milliónir dollarar om árið.
USA, ið er harðast rakt av koronavirusinum, tá tað kemur talið av smittaðum og deyðum, er tað landið ið heiminum, ið letur mest til WHO.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald