Innanlands

Guðrun og Guðrun vunnið kapping innan burðardygd

Føroyska mótafyritøkan hevur vunnið kapping um at sniðgeva úr náttúruvinarligum tilfari

2018-08-09 12:41 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Føroyska mótafyritøkan, Guðrun og Guðrun, hevur vunnið altjóða kapping innan sniðgeving, sum CircularOcean hevur skipað fyri. Tær hava saman við Silke Foged, einum donskum studenti í sniðgeving á universitetinum í Kolding, sniðgivið skógvar, net og pung burturúr fiskaskræðu og gomlum nótum. 

- Tað er sjálvandi týdningarmikið hjá okkum, at onnur síggja tað arbeiði vit hava gjørt í nógv ár, greiðir Guðrun Rógvadóttir, ein av stovnarinum í Guðrun og Guðrun frá. Hon sipar til, at fyritøkan í nógv ár hevur arbeitt við at framleiða burðardygga sniðgeving. 

Guðrun Rógvadóttir greiðir frá, at skógvarnir, sum fyritøkan millum annað hevur vunnið fyri, eru heilt serligir, tí umframt at vera framleiddir úr burðardyggum tilfarið, kunnu teir skiljast tá teir skulu burturbeinast. 

- Eitt nú Ecco hevur gjørt nógv burturúr at framleiða úr burðardyggum tilfari, men ein trupuleiki hjá teimum hevur verið, at skógvurin er stoyptur í einum. Tí verður tilfar, sum ikki eigur at burutbeinast saman, koyrt vekk, greiðir Guðrun Rógadóttir frá. 

- Okkara skógvur er settur saman av ymiskum lutum, sum kunnu takast sundur tá hann skal burturbeinast, greiðir hon víðari frá. Ein deild undir danska vinnumálaráðnum, ið nevnist LifeStyle, hevur heitt á Guðrun og Guðrun at luttaka. Guðrun greiðir frá at tað er vanligt at fyritøkur, sum hava arbeitt innan eitt serligt øki verða spurdar, tá tílíkar kappingar eru. 

Net og pungur framleitt úr gomlum nótum

Net og pungur framleitt úr gomlum nótum. 

Fyri at luttaka í kappingini skuldi tú antin framleiða úr tech-tilfari ella framleiða burðardygt. Tech-tilfar er tilfar, ið hevur serligan eginleika eitt nú at tað hjálpir fólki við ávísari sjúku ella at tað ger at tú ikki sveittar. Men tað er orsakað av burðardyggu framleiðsluni hjá Guðrun og Guðrun, at tær vórðu spurdar um at luttaka. 

- Vit eru kendar fyri at framleiða burðadygt, júst tí vit hava gjørt tað í nógv ár, sigur Guðrun Rógvadóttir og leggur afturat, at næsta stig er at byrja framleiðsluna av prototypunum, sum tær hava vunnið fyri. 

- Vit hava framleitt skógvar úr fiskaskræðu fyrr, men steðgaðu tí framleiðslan var so torfør og tí at tú skalt hava samband við nógvar ymiskar útvegarir av tilfari. Men nú fara vit at framleiða skógvarnar, sum vit hava vunnið fyri, og teir verða til sølu í okkara handlum, sigur Guðrun Rógvadóttir at enda. 

Skógvarnar hjá GuðrunogGuðrun kunnu takast sundur og skiljast, tá teir skulu burturbeinast.

Skógvarnir kunnu takast sundir og skiljast tá teir skulu burturbeinast 

Til ber at síggja sniðgevingina, sum Guðrun og Guðrun hava vunnið fyri við at trýsta her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder