
Borgarar í Tórshavnar kommunu boða í hesum døgum frá, at vatnið í fleiri støðum hevur ein ljóst gulan lit. Vatnið er tó bakteriufrøðiliga í lagi, sigur kommunan.
Orsøkin til gula litin er sera nógva avfallið, ið hevur verið í seinastuni. Nógva regnið førir dálkað vatn út í áir og víðari í vatngoymslurnar, og eftir so drúgvan turk, sum hevur verið í summar, er dálkingin størri enn vanligt.
Vatnverkini hava undir slíkum umstøðum trupult við at reinsa vatnið nóg væl kemiskt, og tí síggja vit í løtuni hendan ljósagula litin.
Vatnverkið ger tó regluligar vatnkanningar, og sambært kanningunum er vatnið higartil bakteriufrøðiliga í lagi, sigur Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald