2018-11-11 13:34
Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu fer at røkja starvið sum borgarstjóri komandi vikuna. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sína.
Orsøkin er, at Annika Olsen, ið hevur verið borgarstjóri síðan 2016, verður burturstødd komandi vikuna.
Til seinasta býráðsval fekk Gunvør Balle 514 atkvøður, meðan Annika Olsen fekk 332.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald