Uttanlands

Guvernørurin í New York biður landsins læknar um hjálp

Yvir 1.200 fólk eru deyð í statinum New York. Sjúkraskip hjá herinum kemur ný býnum til hjálpar

Sjúkraskipið USNS Comfort í havnini í New York (Mynd: EPA)

Sjúkraskipið USNS Comfort í havnini í New York (Mynd: EPA)

2020-03-31 07:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, hevði í gjár eina inniliga áheitan til læknar og heilsustarvsfólk í øllum landinum um at koma til New York og hjálpa til við arbeiðinum at viðgera koronasjúklingar.

Talið av smittaðum í statinum náddi í gjár upp á 66.500 – tað vóru 7.000 fleiri enn dagin fyri.

- Eg biði øll heilsustarvsfólk í landinum, um titi kki hava eina heilsukreppu í tykkara øki, komið so og hjálpi okkum í New York nú. Okkara egnu læknar og sjúkrarøktarfrøðingar tørva umlætting, segði Cuomo, sum lovaði at løna tænastuni aftur, um onkur annar statur fær tørv á hjálp seinni.

Av teimum fleiri tíggjutúsund, sum eru smittað í statinum, eru nú 1.218 deyð. Tað er 253 fleiri enn dagin fyri.

Í sjákvum New York býi lá talið av deyðum við korona á umleið 800 mánakvøldið okkara tíð.

- Talið er longu ørandi, segði Cuomo á einum tíðindafundi, sum var fyrireikaður ískundi á einum fyribils sjúkrahúsi á Manhattan.

Sjúkraskipið USNS Comfort legði í gjár at bryggju í New York, har tað skal brúkast til nakrar av sjúklingunum, sum hava tørv á innlegging. Tað hevur fleiri túsund seingjapláss umborð.

Cuomo legði samstundis dent á, at New York ikki er einasti amerikanski staturin, ið er hart raktur.

Eisini í Louisiana, Illinois og Kalifornia økist talið av smittaðum og deyðum við koronavirus.

Sambært guvernørinum í Kalifornia, Gavin Newsom, er talið av koronasjúklingum á sjúkrahúsunum næstan tvífaldað upp á fýra samdøgur. Í gjár vóru 1.421 fólk løgd inn á sjúkrahús.

Talið av sjúklingum á intensivum deildum trífaldaðist samstundis úr 200 til næstan 600.

Í Kalifornia hava tey latið upp eina heimasíðu til tess at knýta læknar og heilsustarvsfólk til sjúkrahús, sum hava tørv á starvsfólki.

Newsom heitir á øll, sum kunnu hjálpa til á sjúkrahúsunum, um at melda seg til.

- Um tú ert sjúkrarøktarfrøðilesandi ella læknalesandi, hava vit brúk fyri tær. Um tú ert farin á pensjón hesi seinastu tvey árini, hava vit brúk fyri tær, segði guvernørurin.

132 fólk, sum vóru smittað við korona, eru deyð í Kalifornia, vísir ein uppgerð hjá Johns Hopkins University, sambært Reuters. 

---
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder