Uttanlands

Haakon krúnprinsur: - Hetta er eitt álvarsmál

Norska løgreglan kannar nú tvey onnur mál, har Marius Borg Høiby skal hava verið harðligur móti kvinnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-08-27 07:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski krúnprinsurin, Haakon, hevur enn einaferð úttalað seg um málið um sonin hjá krúnprinsessuni, Marius Borg Høiby, ið er skuldsettur fyri harðskap og herverk móti fyrrverandi unnustu síni.

- Hetta er eitt álvarsmál, og tað hevur týdning, at allir partar fáa góða hjálp og stuðul, at tey hava góð fólk rundan um seg, segði krúnprinsurin við norskar fjølmiðlar, tá hann vitjaði stóru oljumessuna í Stavanger, Offshore Northern Seas, ONS, sum varð sett í gjár.

Skuldsetingarnar móti Marius Borg Høiby vórðu fríggjadagin víðkaðar, so at hann nú er skuldsettur fyri at hava gjørt herverk á íbúðina hjá kvinnuni, vera komin við hóttanum og gjørt seg inn á hana kropsliga, sum er veikasta harðskapsgreinin sambært norsku revsilógini.

27 ára gamli Marius Borg Høiby hevur alment staðið fram og biðið um umbering til bæði kvinnuna og familju hennara og greitt frá, at hann var ávirkaður av rúsdrekka og rúsevnum, tá hann náttina til 4. august gjørdist harðligur og blakaði við tingum inni í íbúðini, skrivar dr.dk.

Harumframt hevur hann fyrr, umvegis verja sín, greitt frá fyri NRK, at hann hevur havt fleiri “sálarligar avbjóðingar” at stríðast gjøgnum allan uppvøksturin, uttan at hetta tó skal vera nøkur umbering fyri tað, ið hann hevur gjørt.

Upp á fyrispurning um hvussu nógv krúnprinsahjúnini vistu, svarar Haakon krúnprinsur, sambært NRK, at tey vistu tað, sum Marius Borg Høiby hevur fortalt teimum, og at tey kendu til nakrar av “vandafløkjunum”.

Umframt hendingina frá fyrr ímánaðinum, kannar norska løgreglan nú eisini tvey onnur mál móti krúnprinsessusoninum, sum snúgva seg um møguligan harðskap móti tveimum fyrrverandi unnustum – mál, sum er komin fram í kjalarvørrinum av hesum málinum. Marius Borg Høiby hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til hetta.

Um vikuskiftið skal systir Haakon krúnprins – Märta Louise prinsessa – giftast við sjálvútnevnda shaman’inum, Durek Verret. Men Marius Borg Høiby verur ikki við til brúdleypið. Hann sendi avboð fyrr í summar, segði Haakon krúnprinsur við fjølmiðlarnar í Stavanger í gjár.

Mette-Marit krúnprinsessa átti sonin Marius áðrenn hon møtti norska krúnprinsinum. Hann verður mettur sum partur av kongsfamiljuni, men ikki sum partur av almenna norska kongshúsinum.

Les eisini: Viðgongur at hann var harðligur í kokainrúsi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder