Marius Borg Høiby – sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit – viðgongur nú, at hann var harðligur móti eini kvinnu herfyri. Tað sigur hann í eini boðum til NRK.
- Undanfarna vikuskiftið hendi nakað, ið aldri átti at verið hent. Eg framdi kropsligan ágang og oyðilegði ting í eini íbúð í einum alkohol- og kolainrúsi eftir eitt skeldarí, stendur í útsøgnini, sum varð kunngjørd í dag.
Marius Borg Høiby varð handtikin av løgregluni í Oslo fyri hálvuaðru viku síðani, og skuldsettur fyri harðskap og herverk.
Í útsøgnini, sum NRK hevur fingið umvegis verjan hjá Høiby, greiðir krúnprinsessusonurin frá, at hann hevur fleiri sálarligar avbjóðingar, og at hann tí stríðist við misnýtslu.
Hann sigur, at hann fyrr hevur verið í viðgerð, og at hann nú aftur fer í viðgerð.
- Misnýtslan av rúsevnum og mínar diagnosur skulu ikki brúkast sum umbering fyri tað, ið hendi í íbúðini í Frogner undanfarnu sunnunátt. Eg taki ábyrgd fyri tað, eg havi gjørt, og ætli mær at forklára meg sannførandi fyri løgregluni, sigur hann.
Hann kemur eisini við umbering til unnustu sína og familjuna.
- Hon hevur hvørki uppiborið tað, sum hendi hetta kvøldið, ella tað ógvusliga trýstið, sum hon nú er útsett fyri frá bæði norskum og útlendskum fjølmiðlum.
Harðskapsskuldsetingarnar móti Marius Borg Høiby kunnu geva upp til eitt árs fongsul sambært norsku revsilógini.
Marius Borg Høiby er ikki partur av almenna norska kongshúsinum, hóast hann er sonur Mette-Marit, krúnprinsessu. Krúnprinsessan fekk hann áðrenn hon hitti norska trónarvingin, Haakon krúnprins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald