
Talið á løntakarum í juli var knappliga 500 fleiri enn í juli í fjør, vísa tøl frá Hagstovuni.
Í juli vóru 27.800 løntakarar – 14.300 menn, og 13.500 kvinnur.
Hóast talan er um ein vøkstur í mun til sama mánað í fjør, vísir trendurin, at løntakaratalið hevur staðið í stað seinastu mánaðirnar.
Munurin millum talið á monnum og kvinnum í løntakarskaranum, sum hevur verið vaksandi í nøkur ár, minkar nú. Meðan vøksturin í talinum á mannligum løntakarum er steðgaður upp, leggjast kvinnur framvegis afturat í løntakaraskaranum.
Tá hugt verður eftir ymisku vinnugreinunum, sæst, at løntakaratalið hevur verið støðugt vaksandi í bólkinum "almennari o.a. tænastu", meðan ein lítil minking hinvegin sæst í privatu tænastuvinnunum. Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini farið at minka.
Innan "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu" sveiggjar løntakaratalið meira enn í hinum vinnugreinabólkunum, men hóast tað, er løntakaratalið vaksið munandi seinastu árini, og hevur løntakaratalið innan hesa vinnuna ikki verið hægri síðan 2008.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald