1. desember búðu 54.547 fólk í Føroyum. Tað er 478 fleiri enn 1. desember árið fyri, og svarar hetta til ein vøkstur á 0,9 prosent, sum er minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar.
Fólkatalið veksur framvegis, men vøksturin minkar. Árliga broytingin, sum í 2023 hevur ligið um eitt prosent, er nú komin niður á 0,9 prosent. Seinast, árliga broytingin lá um eitt prosent í longri tíð, var í 2014, skrivar Hagstovan.
Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 176 og eini nettoflyting á 302 fólk.
Tilflytingin tykist minka meiri enn fráflytingin, og samanlagt minkar hetta um nettoflytingina. Í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2022 lá árliga nettoflytingin millum 400 og 500 fólk, men seinasta árið var hon 302 fólk.
Deyðatalið er minkað meir enn føðitalið, og samanlagt økir tað um burðaravlopið. Áðrenn stóru minkingina í burðaravlopinum, sum byrjaði fyri tveimum árinum síðani, lá burðaravlopið millum 200 og 300 børn. Í undanfarna tíðarskeiði var tað niðri á 121 børnum, og seinasta árið var tað vaksið upp á 176 børn.
Seinasta árið vaks fólkatalið í 18 av teimum 29 kommununum. Størsti vøkstur var í Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunu. Í teimum kommununum vaks fókatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík og Saltangará.
Talið á persónum, sum hava annan ríkisborgaraskap enn danskan, er vaksið nógv seinastu fimm árini, men soleiðis er ikki við donskum ríkisborgarum, skrivar Hagstovan.
Danskir ríkisborgarar, sum áður hava staðið fyri størsta partinum av fólkavøkstrinum, stóðu fyri átta prosent av vøkstrinum seinasta árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald