Innanlands

Hagstovan: Vøksturin í sølu av mati og alkoholfríum drykkjuvørum stendur ikki við

Søla av mati og alkoholfríum drykkjuvørum lækkaði 2. ársfjórðing í 2021, samanborið við sama tíðarskeið í fjør

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2021-09-27 14:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Søla av mati og alkoholfríum drykkjuvørum lækkaði 2. ársfjórðing í 2021, samanborið við sama tíðarskeið í fjør, vísir uppgerð hjá Hagstovuni.

Hóast søla av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð í miðal er hækkað seinastu 10 árini, so er umsetningurin av hesum vørubólki minkaður við 12,7% frá 2. ársfjórðingi 2020 til sama ársfjórðing í ár.

Umsetningurin av mati og drykkjuvørum er vaksin 3% frá 1. ársfjórðingi í ár til 2. ársfjórðing í ár.

Í 2019 og 2020 var vøksturin millum somu ársfjórðingar ávikavist 13% og 11%. Fyri mat og alkoholfríar drykkjuvørur vísir uppgerðin hesaferð, at umsetningurin 2. ársfjórðing 2021 í mun til 2. ársfjórðing 2020 er lækkaður 1,4%. Lækkingin skal síggjast í mun til, at vøksturin 2. ársfjórðing 2019 til 2. ársfjórðing 2020 var heili 14,5 % fyri henda vørubólkin. Tíðin við koronu, tá føroyingar vóru meira heima við hús enn vanligt, hevði við sær, at sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum vaks lutfalsliga nógv, skrivar Hagstovan.

Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru í miðal øktir 0,5% frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár, og verður lagt upp fyri hesum, er mongdin av seldum mati og alkohofríum drykkivørum lækkað við 1,9%.

Vøksturin í umsetningi fyri klædnavørur og húsbúnað er 12% frá 1. ársfjórðingi til 2. ársfjórðing í ár. Í mun til 2. ársfjórðing í 2020 er hækkingin fyri hendan vørubólkin 21%. Prísir á klædnavørum og húsbúnaði eru í miðal øktir 2,5% frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár, og verður lagt upp tikin fyri hesum, er mongdin av seldum klædnavørum og fótbúnaði vaksin 18,1%.

Fyri vørubólkin húsbúnað og húsarhaldsútgerð var umsetningurin 2. ársfjórðing í ár 12,7% lægri í mun til sama ársfjórðing í fjør.

Seinastu 10 árini hava prísirnir fyri hendan vørubólkin í miðal verið lækkandi, men frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár er prísurin fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð í miðal øktur 1,3%. Verður hædd tikið fyri hesari prísgongd, er mongdin av seldum húsbúnaði og húsarhaldsvørum lækkað 13,8% millum hesar somu ársfjórðingarnar.

Miðalvøksturin í mongd av seldum húsbúnaði hevur annars verið 9,7% seinastu fimm árini og 4,3% seinastu 10 árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder