Innanlands

Halda fram í royndini at finna semju

Ljósmøðrafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum halda seinnapartin fram í semningsroyndini

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-22 11:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ljósmøðurnar hava í dag verið í verkfalli í 14 dagar, og enn er ikki semja um nýggjan sáttmála.

Partarnir fundaðust í allan gjár, og seinnapartin hittast partarnir aftur, og tá verður fundast víðari í royndini at finna eina semju, upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður, fyri útvarpinum í morgun.

Hann vil ikki siga, um nøkur framstig vórðu gjørd í semingsroyndini í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder