Innanlands

Halda ikki treytirnar fyri menningarkvotur

Fiskimálaráðið ávarar fýra verkætlanir og hóttir við at taka menningarkvoturnar aftur

Uppsjóvarvirkið í Fuglafirði fær ágóðan av menningarkvotunum heldur enn fólkið í økjunum, ið vórðu ætlað at skula mennast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Uppsjóvarvirkið í Fuglafirði fær ágóðan av menningarkvotunum heldur enn fólkið í økjunum, ið vórðu ætlað at skula mennast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-11-15 22:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

At landa veiðuna til Pelagos í Fuglafirði var ikki tað, sum var ætlanin við menningarkvotunum, sum vórðu latnar til níggju verkætlanir í august mánaði.

Tí hevur Fiskimálaráðið sent ætlanarskriv til Vestmanna Fiskavirki, Delta Seafood, Pf. Steintór/TG Fish og til Pf Vørustíggj.

Tað er staðfest, at ein partur av tí, sum hesi feløg hava fiskað burtur av menningarkvotunum als ikki eru brúktar til at menna økini sum ætlað, og tí hava feløgini fingið ætlanarskriv við hóttan um at menningarkvoturnar verða tiknar frá teimum aftur.

Hetta visti útvarpið hjá Kringvarpi Føroya at siga í kvøld.

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager fiskar menningarkvotuna fyri Vestmanna Fiskavirki. Men skipið hevur landað 510 tons av norðhavssild til Pelagos í Fuglafirði. Verkætlanin í Vestmanna fekk tillutað menningarkvotu í fýra ár, harav 12.970 tons av svartkjafti, 2.002 tons av makreli og 1.593 tons av norðhavssild í ár.

Fiskimálaráðið hevur biðið Vestmanna Fiskavirki um eina frágreiðing við freist komandi mikudag, veit útvarpið at siga.

Arctic Voyager hevur eisini fiska burturav menningarkvotuni, sum Delta Seafood á Tvøroyri fekk tillutað. Hóast ætlanin við menningarkvotuni var at fiskurin skuldi virkast á Tvøroyri og Hvalba, so er øll tann tillutaða kvotan av norðhavssild landað til Fuglafjarðar, tilsamans 940 tons.

Fiskimálaráðið ætlaði at taka menningarkvoturnar aftur, men felagið sleppur, sambært útvarpinum, kortini við eini ávaring, tí felagið hevur lovað bót og bata og at øll írestandi kvotan verður gagnnýtt í verkætlanini, sum menningarkvotan varð latin til.

Triðjafelagið, pf. Vørustíggjur í Húsavík hevur higartil landað 240 tons av makreli og 250 tons av norðhavssild í Fuglafirði. Orsøkin skal vera ósemja um prís millum felagið og Sandoy Seafood í Skopun, sum skuldi taka ímóti parti av menningarkvotuni. Hin samstarvsfelagin, eitt virki í Hvalba, var ikki til reiðar at taka ímóti fiskinum, sum Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fiska fyri Vørustígg.

Fiskimálaráðið hevur staðfest, at Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava hildið fram við at landa veiðuna í Fuglafirði. Kvoturnar verða tí tiknar aftur, tí ætlanin við menningarkvotunum var, at fiskurin skuldi virkast í Sandoynni, men hevur tó fingið eina seinastu freist til hósdagin at fáa tingini í rættlag, sigur útvarpið.

Tann fjórða verkætlanin, tann hjá Steintór og TG Fisk í Hvalba hevur eisini fingið Arctic Voyager at fiska menningarkvotuna. Vørn hevur staðfest, at skipið hevur landað 950 tons av norðhavssild í Fuglafirði, tað er øll menningarkvotan av sild, sum er landað uttan fyri økið, kvotan var ætlað til, og tí verður menningarkvotan tikin aftur, hevur Fiskimálaráðið boðað frá.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder