
– Tað er hált um alt landið. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga, eru boðini frá Landsverki í morgun.
Boðað verður m.a. frá, at roknast kann við hálku við Velbastaðháls, á Dalavegnum til Viðareiðis, eystanfyri Norðskálatunnilin, á Høgareyni, á Fámjinsvegnum og á Porkerishálsi. Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan skrásetti fleiri hálkuóhapp kring landið í gjár.
Um 18-tíðina í gjárkvøldið varð m.a. boðað frá, at ein útlendskur kampingbussur var farin útav vegnum í Eysturoynni, og mátti hann hava hjálp at koma uppaftur.
Sambært vaktleiðaranum hevur tó einki óhapp verið í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald