
Eitt hitt kendasta - fyri ikki at siga tað kendasta - andliti á íslendskum sjónvarpsskíggjum, er Bogi Águstsson, sum í eitt mannaminni hevur verið vertur á sjónvarpstíðindunum hjá íslendska ríkisútvarpinum, RÚV.
Í kvøld er Bogi vertur fyri seinastu ferð. Bogi er vorðin 73 ára gamal, og hevur verið virkin í íslendskum fjølmiðlum meira og minni í eina hálva øld.
Hann byrjaði við at bera Altýðublaðið út sum níggju ára gamal og hevur síðan havt tilknýti til fjølmiðlaheimin. Á RÚV hevur hann verið í starvi, við onkrum avbroti, síðan 1977. Í 2022 tá hann fylti sjeyti fór hann úr fasta starvinum, men helt tó fram sum tíðindalesari og framleiðari av útvarpssendingum við útlendskum tíðindatilfari.
Sum journalistur í RÚV hevur hann eisini verið útsendur sum tíðindamaður í norðurlondum við bústaði í Keypmannahavn, og tað er hann, sum í sjónvarpinum hevur greitt íslendingum frá nógvum stórhendingum í heimssøguni, eitt nú tá Berlinmúrurin fall og tá Olof Palme varð myrdur.
Hann hevur eisini starvast sum tíðindaleiðari á RÚV eitt skifti.
Hann sleppur ikki tilknýtinum til RÚV heilt. Tað, sum fyriferst í norðurlondum og uttari úr heimi, hevur altíð havt hansara stóra áhuga, hann heldur tí fram við at hava eina sending, ið viðgerð stórt og smátt uttan úr heimi í útvarpssendingini Heimsgluggin, sum verður sendur hósdagar á Rás 1.
Bogi Ágústsson hevur ofta verið í Føroyum fyri at bera tíðindi til íslendska hyggjaran, og hann hevur eisini verið trúðfastur til serliga at greiða lurtarum og hyggjarum hjá Kringvarpi Føroya frá, tá ið okkurt av týdningi er farið fram í Íslandi.
Kelda: RÚV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald