Innanlands

Hálvtekja stóð til at fara í vindinum

Annars ein friðarlig nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-10-22 07:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógvur vindur hevur verið alt vikuskiftið, men tó ikki so nógvur, at veðri hevur elvt til skaðar.

Løgregla og bjargingarlið hava í hvussu so er ikki havt nakað serligt at gera orsaka av vindinum.

Í gjárkvøldið komu tó boð um onkran skaða.

Tað var í Havn um hálvgun tíggju tíðina, at fólk boðaðu frá, at ein hálvtekja í húsum teirra stóð til at fara í vindinum. Løgreglan sendi boð eftir sløkkiliðnum, sum fór út at tryggja hálvtekjuna, sigur vakthavandi á politistøðini.

Annars var talan um eina friðarliga nátt, leggur vakthavandi afturat.

Sambært veðurforsøgnunum heldur sama veður fram í dag við vindi upp móti stormstyrki í hvirlunum av vestri og útsynningi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder