
Eftir ætlan skuldu fleiri hundrað palestinskir fangar í Ísrael leyslatast í gjár sum liður í avtaluni um vápnahvíld millum Hamas og Ísrael, men eingir fangar vórðu leyslatnir, og harvið hevur Ísrael brotið vápnahvíldina, sigur Hamas.
Í nátt boðaði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu frá, at leyslatingin av fangunum er útsett. Fangarnir verða fyrst leyslatnir, tá Hamas steðgar við at skipa fyri "eyðmýkjandi hátíðarhaldum", tá gíslar verða leyslatnir úr Gaza, sigur hann sambært Ritzau.
Sambært Hamas er einki eyðmýkjandi við leyslatingini av gíslunum, og er tað ein umbering hjá Ísrael fyri ikki at halda sín part av avtaluni.
Vápnahvíldin kom í gildi 19. januar, og síðan tá eru 25 livandi gíslar leyslatnir av Hamas. Hetta verður gjørt frammanfyri mannamúgvum ymsastaðni í Gaza.
Leyslatingin gongur fyri seg á tann hátt, at umboð hjá Hamas fylgja gíslunum upp á ein pall, har teir verða bidnir um at tala og veitra til fólk. Reyði Krossur, sum hevur tikið ímóti gíslunum, hevur áður heitt á allar partar um at tryggja, at leyslatingin gongur fyri seg á virðiligan á privatan hátt.
Leygardag vórðu seks gíslar leyslatnir av Hamas sum partur av avtaluni.
Les eisini: Allir seks gíslar leyslatnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald