2025-03-23 15:50

Salah Al-Bardawil, politiskur leiðari í palestinsku Hamas-rørsluni, hevur latið lív í einum ísraelskum loftálopi, boða palestinskir miðlar frá í dag.
Al-Bardawil og kona hansara lótu lív í einum álopi í Khan Younis í sunnara parti av Gazageiranum. Hann var ein kendur limur í politiska vonginum hjá Hamas, sum hevur stillað upp til fleiri miðlasamrøður gjøgnum árini.
Sambært miðlinum Times of Israel er hann triði limurin í politiska vonginum hjá Hamas, sum hevur latið lív í ísraelskum loftálopum, síðan fyrsta stig av vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas fór úr gildi.
Tveir aðrir politiskir leiaðrar og fleiri embætisfólk lótu lív í einum álopi týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald