
Palestinska Hamas-rørslan sigur seg hava fingið eitt uppskot um at taka samráðingarnar um vápnahvíld í Gaza uppaftur, at svarið frá Hamas var "jaligt".
Uppskotið kemur frá einum av londunum, sum hava meklað í samráðingunum millum Ísrael og Hamas. Sambært avtaluni skal Hamas leyslata ísraelsk-amerikanska Edan Alexander, sum sigst at vera seinasti núlivinda amerikanski gíslin, sum er eftir í Gazageiranum.
Alexander er 21 ár og tænti í ísraelska herinum, tá hann varð tikin saman við 250 øðrum gíslum 7. oktober 2023.
Hamas er sinnað at leyslata Alexander og at lata ísraelum líkini av fýra øðrum gíslum, skrivar Ritzau.
Fyrsta stig av vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas, sum byrjaði 19. januar, endaði fyri umleið tveimum vikum síðani, og eftir hetta tók Ísrael avgerð um at steðga atgongd til neyðhjálp í Gaza.
Undir fyrsta stigi vórðu fleiri gíslar og fangar leyslatnir. Ísrael ynskir at leingja fyrsta stig, meðan Hamas ynskir at fara víðari til næsta stig, sum skal slóða fyri varandi vápnahvíld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald