
Hamas sigur seg vera til reiðar alt fyri eitt at fara undir nýggjar óbeinleiðis samráðingar um vápnahvíld í Gaza.
Tað boðaði palestinska rørslan frá um vikuskiftið.
Amerikanski sendimaðurin í Miðeystri, Steve Witkoff hevur lagt fram uppskot um vápnahvíld í 60 dagar. Hetta uppskotið kann slóða fyri varandi vápnahvíld, siga Katar og Egyptaland, sum hava verið meklarar í stríðnum millum Hamas og Ísrael. Enn hava beinleiðis samráðingar ikki verið millum stríðandi partarnar.
Ísrael hevur góðtikið amerikanska uppskotið, men tað hevur Hamas ikki. Tó er Hamas sinnað at leyslata fleiri ísraelskar gíslar í býti fyri palestinskar fangar.
Les eisini: Hamas sinnað at leyslata gíslar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald