Uttanlands

Hamas sinnað at leyslata gíslar

Hamas ynskir tó broytingar í amerikanska uppskotinum um vápnahvíld, sum Ísrael longu hevur góðtikið

Børn í Gaza býi (Mynd: EPA)

Børn í Gaza býi (Mynd: EPA)

2025-06-01 12:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Palestinska Hamas-rørslan er sinnað at lata tíggju livandi gíslar og 18 deyðar gíslar leysar í býti fyri palestinskar fangar.

Tað upplýsir Hamas, eftir at amerikanarar eru komnir við uppskoti til vápnahvíld millum Ísrael og Hamas. Ísrael hevur góðtikið uppskotið, sum m.a. snýr seg um leyslating av gíslum og vápnahvíld í 60 dagar og leyslating av 1.236 palestinskum fangum og 180 deyðum palestinum.

Í vikuni segði Hamas, at tey ikki fóru at góðtaka uppskotið, tí fleiri av krøvum teirra ikki vóru gingin á møti. Hamas krevur m.a., at kríggið í Gaza skal steðgast, at Ísrael skal taka herdeildir sínar úr Gazageiranum og loyva meira neyðhjálp inn.

Les eisini: Hamas fer ikki at góðtaka amerikanskt uppskot um vápnahvíld

Hamas hevur ikki víst amerikanska uppskotinum aftur men hevur skotið upp broytingar, skrivar ísraelski miðilin Haaretz.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu sigur, at ísrael framhaldandi fer at royna at fáa gíslarnar aftur og stríðast móti Hamas.

Ísrael og Hamas hava í fleiri mánaðir roynt at finna eina semju um vápnahvíld


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder