Mentan

Hamlet: Heildaruppliving í serflokki

Ummæli: Óvanliga væleydnað framførsla, har alt Norðurlandahúsið verður tikið við fyri at fortelja søguna hjá Shakespeare um Hamlet

Kjartan Hansen í høvuðsleiklutinum sum Hamlet (Mynd: Finnur Justinussen)

Kjartan Hansen í høvuðsleiklutinum sum Hamlet (Mynd: Finnur Justinussen)

2019-11-11 12:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ongin ivi um, at leikurin Hamlet, sum leikbólkurin við fjákuta navninum Det Ferösche Compagnie framførir í Norðurlandahúsinum í hesum døgum, er eitt sansaligt upplivilsi av teimum heilt sjáldsomu.

Seinastu tíðina er tað vorðið alt meira vanligt, at leiklistin flytir seg av pallinum til at brúka allan salin sum pall og onkuntíð eisini draga áskoðararnar við í hendingarnar.

Við Hamlet verður hetta brúkt, men farið verður líkasum víðari, tí her verður stórt sæð alt Norðurlandahúsið brúkt til leikpall – bæði innan og uttan.

Longu á veg innar í húsið upplivir tú virksemi uttanfyri. Ein maður í skríggjandi littum arbeiðsklæðum knossast við at duka ein hvítan kross niður í mógvin framman fyri húsinum.

Inni savnast fólkið í forhøllini, har ein kista stendur lit de parade í norðurendanum av rúminum. Tá ein kirkjuklokka dunar, verða vit leidd oman í athøllina Skálan, har leikurin byrjar við einari jarðarferð.

Við Hera presti til jarðarferð
Vit, sum við eini skjótari gugling høvdu leitað okkum ta mest grundleggjandi vitanina um heimsins kendasta pallverk og høvdu væntað okkum at hoyra tveir vaktarmenn standa uttan fyri Kronborg og tosa um spøkilsir, vórðu tikin á bóli beinanvegin.

Vit komu til ”eina vanliga” jarðarferð við sjálvasta Hera presti, og vórðu biðin um at syngja við til ”Nú dagurin at enda er”. Leikararnir vórðu gjørdir til kennar, og spakuliga vórðu vit drigin inn í aldargomlu søguna hjá Shakespeare.

Kistan varð borin út, og vit vórðu biðin um at fylgja við til aðru scenu, sum var úti í forhøllini við kistuna, sum vit møttu á vegnum inn.

Og her kom so ferð á hendingarnar, um unga prinsin, Hamlet, sum vil hevna morðið á pápa sín á sín serliga hátt. Farast skal ikki longur inn í hendingina. Eg loyvi mær kortini at avdúka endan, sum ikki er loyniligur eftir at leikurin hevur herjað pallarnar í fýra øldir: Tað endar við at øll doyggja – ja, í einum blóðbaði.

Men hiðani og fram móti endanum, verða áskoðararnir vitni til leiklist á høgum stigi. Ikki bara tí, at leikararnir eru dugnaligir og spæla ómetaliga væl, men eisini tí at forteljingin, frásøgukynstrið, pallsetingin og brúkið av effektum eru so bergtakandi, óvæntað og stílfull, at áskoðarin verður tikin á bóli ferð eftir ferð.

Kjartan í óvanliga krevjandi leikluti
Kjartan Hansen er framúr sum Hamlet, og ber nógv tann størsta leiklutin væl, ikki minst tí at óvanliga nógv verður kravt av honum kropsliga. Kristina Ougaard fellur eisini óvanliga væl inn í leiklutin sum unnustan, Ophelia.

Sofía Nolsø Mikkelsen hevur eisini ein krevjandi leiklut sum kongurin, ið hevur dripið beiggja sín, pápa Hamlet. Eitt sindur órógvandi fyri áskoðaran at síggja Sofíu í einum manligum leikluti. Ikki tí, hon megnar tað væl, men tað verður ikki gjørd nakra roynd at fjala veruliga kynið hjá leikaranum, og tað órógvar.

Í øðrum størri leiklutum síggjast Annika Johannesen, Hans Tórgarð, Búi Ruch, Mariann Hansen, Búi Dam og limir úr kórinum Tarira, sum øll eru sannførandi.

Markantir hjáleiklutir
Eftir at leikurin er sloppin at sodna eina nátt, stendur kortini ein annar leikari eftir. Tað er gravarin, sum vit møttu á veg inn. Torkil Búason Tórgarð prógvar enn einaferð sítt komiska talent. Hesin heilt stutti komiski sekvensurin var óvanliga stuttligur og óvæntaður – og so stendur Torkil ikki eingang í leikskránni.

Ein annar leiklutur, sum gjørdi inntrykk var spøkilsið eftir pápan. Eftir øllum at døma varð hann spældur av Ega Dam. Hann stóð uttan fyri rútin og bara vísti seg. Tað hann segði, varð bandað (og ljóðaði akkurát sum var tað Herman Jacobsen í ’Eldførinum’). Men Egi er ikki at finna í leikskránni, og varð heldur ikki við, tá leikararnir komu inn at bukka. (Tað var Heri prestur heldur ikki.)

Effektirnar eru nógvar í leikinum. Eg beri ótta fyri, at eg ikki havi fingið allar við, og eri sannførdur um, at fleiri av áskoðarunum heldur ikki hava fingið allar við. Til dømis ljóðkulissan, sum er til staðar so at siga alla tíðina. Einaferð blussar eldur upp uttan fyri Norðurlandahúsið. Rokni ikki við, at øll fangaðu tað heldur.

Djúpasti pallur nakrantíð
Størsta wauw-upplivilsið var tó, tá vit sótu í Klingruni, har ein partur av leikinum fer fram. Í næstu scenu vórðu vit sitandi, meðan baktjaldið innar til stóru høllina fór upp, og so var øll tann stóra høllin í Norðurlandahúsinum leikpallur. Vit síggja inn í stóru kongaligu veitsluhøllina á Kronborg.

Eitt scenografiskt og visuelt plettskot – ongantí hava vit upplivað ein so djúpan pall í føroyskari leiklist, og tað var eitt upplivilsi.

Aftaná sluppu vit sum áskoðarar eisini inn í sjálvan salin/veitsluhøllina, har dramatiski endin á leikinum fór fram, og vit sluppu at uppliva Norðurlandahúsið á ein hátt, sum vit ikki hava gjørt fyrr. Alt í alt ein óvanliga væl eydnað framførsla.

Takk fyri Det Ferösche Compagnie. Takk fyri.

PS.
Í leikskránni lýsir leikbólkurin við, at tey hava ’í umbúna’ at framføra ein leik um Lykken, Pól Jóhannes Poulsen úr Miðvági, sum bygdi sítt heilt serliga bygningsverk, Lykkenborg, oman fyri Miðvág. Tað ljóðar sera spennandi.

PPS.
Allar Hamlet-sýningarnar eru útseldar.

[object Object]
(Mynd: Finnur Justinussen)

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder