Innanlands

Hampiligari veður komandi dagarnar

Vindferðin er minkað í mun til farnu dagarnar

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-04-09 16:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá minni vindi komandi dagarnar enn farnu dagarnar.

Í dag er andøvsgul av eystri, millum 6,5 og 8 m/s. Eitt lítið æl verður beint áðrenn midnátt, um 0,2 mm. Hitin millum 5 og 6 hitastig.

Veðrið verður nakað tað sama í morgin. Veðurforsøgnin sigur frá andøvsgul av landsynningi, millum 5,8 og 7,4 m/s. Í nátt regnar eitt sindur, millum 0,1 og 0,3 mm. Hitin millum 5 og 6 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder