Uttanlands

Handilskríggið millum USA og Kina herðast

Nýggj tollavgjøld verða sett í verk í dag

Donald Trump, forseti í USA (Mynd: EPA)

Donald Trump, forseti í USA (Mynd: EPA)

2018-09-24 09:42 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í dag versnar tollkríggið millum USA og Kina.

Tað hendir eftir at USA í farnu viku boðaði frá, at tollur upp á 10 prosent verður lagdur á vørur, ið koma frá Kina, og Kina svaraði aftur við at áleggja toll upp á 5-10 prosent á amerikanskar vørur. 

 

Bæði tollavgjøldini verða sett í verk í dag, skrivar CNN.

USA hevði longu koyrt toll á kinesiskar vørur fyri 50 milliardir dollarar. Samanlagt verða tað nú vørur fyri 250 milliardir dollarar, sum verða raktar - og tað er umleið helvtin av øllum vørunum, sum Kina selur til USA. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder