2018-10-04 16:38
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hinumegin funnu ikki semju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin gekk út 1. oktober, men sáttmálin var longdur til í kvøld á midnátt, tí samráðingarnar hava hildið fram. Men nú staðfestu partarnir, at ikki komst longur í samráðingunum.
Eftir at hava tosað við partarnar hevur semingsmaðurin longt sáttmálan í 7 dagar, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
Ein møguligur arbeiðssteðgur skal fráboðast við í minsta lagi 48 tímum og kann ikki fráboðast, fyrrenn sáttmálarnir eru farnir úr gildi, og semingsstovnurin er givin við semingsroyndum sínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald