2019-03-27 13:05
Hóast turt er í dag, so er veðrið ikki av tí besta. Hann veksur í vindinum sum dagurin gongur, og hetta heldur fram líka til í morgin.
Í dag er strúkur í vindi til hvassur vindur av útsynningi, millum 12 og 16 m/s. Einki avfall og hitin um 8 m/s.
Í morgin veksur hann enn meir í vindinum, heilt upp til skrið av útsynningi seinnapartin, um 19 m/s. Um 17 tíðina minkar eitt sindur í vindinum niður í hvassan vind, millum 14 og 16 m/s, tað sum eftir er av degnum. Seinnapartin fer at regna, millum 01, og 1,8 mm. Hitin minkar úr 9 niður í 5 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald