Innanlands

Hanna Jensen: - Stórur politiskur feilur

Gøtudalstunnilin skuldi verið knýttur upp í Eysturoyartunnilin

Hanna Vang (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hanna Vang (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-22 16:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Leingi hava ætlanir verið um ein tunnil úr Gøtudali, sum skal knýtast í vegin og nýggju rundkoyringina í sambandi við vegin um Skálabotn. Tað er ein stórur politiskur feilur, at hendan verkætlan ikki er knýtt upp í tunnilsverkætlanina Eysturoyartunnilin.

Tað staðfestir Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, í viðmerkingunum til ein grein 52 fyrispurning til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum.

Tingkvinnan spyr hvat støðan er í málinum um tunnil millum Gøtu og Skálafjørðin, og nær verkætlanin kann væntast at verða gjørd. Eisini vil Hanna Jensen hava at vita, hvussu tað gongur at gera eina dagførda heildarætlan fyri samferðslukervið í Føroyum.

- Vegurin á vestara armi á Skálafjørðinum hevur ligið klárur til ferðsluna úr Norðoyggjum, Leirvík, Gøtu og Fuglafirði í skjótt mong ár.

- Í tilfari hjá Landsverki verður Gøtueiði lýst sum eitt dømi, har nógv størsti parturin av strekkinum er longdarhallið omanfyri tær 70 promillu, sum er hægst tilrádda mark, og at stórur partur liggur millum 90 – 110 promillu. Hesi viðurskifti hava stóran týdning, tá um langtíðarraðfesting av skilagóðum vegasamabandi ræður og ikki minst um ferðslutrygd, skrivar Hanna Jensen í grein 52 fyrispurninginum.

Grein 52 fyrispurningar skulu svarast skrivliga innan 10 yrkadagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder