Innanlands

Hans Jákup Drangastein Johansen nýggjur stýrislimur í Bústøðum

Hann er komin í stýrið fyri Tom Silvurdal, sum herfyri segði stýrissessin frá sær – Í dag hevði landsstýrismaðurin í almannamálum fund við umboð fyri stýrið og stjórn í Bústøðum

Sólvit E. Nalsø, landsstýrismaður, Anna Maria Joensen, stýrisforkvinna, Emmy Joensen, Una Joensen og Hans Jákup Drangastein Johansen, stýrislimir. Regin D. Hammer stýrislimur væntar á myndini

Sólvit E. Nalsø, landsstýrismaður, Anna Maria Joensen, stýrisforkvinna, Emmy Joensen, Una Joensen og Hans Jákup Drangastein Johansen, stýrislimir. Regin D. Hammer stýrislimur væntar á myndini

2022-02-02 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum hevur tilnevnt Hans Jákup Drangastein Johansen í stýrið fyri Bústaðir.

Hans Jákup Drangastein Johansen er komin í stýrið fyri Tom Silvurdal, sum herfyri valdi at siga stýrissessin frá sær.

Hans Jákup Drangastein Johansen, sum býr á Eiði, hevur útbúgving innan búskaparfrøði og leiðslu og hann hevur drúgvar royndir úr fíggjar- og byggivinnuni. Árini 2009-2021 sat hann í Eiðis bygdaráð, øll árini sum varaborgarstjóri. Nú starvast hannsum fíggjarstjóri hjá NEMA.

Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur í dag havt fund við umboð fyri stýrið og stjórn í Bústaðum, og hetta var fyrsti fundur, har Hans Jákup Drangastein Johansen var við.

Á fundinum varð m.a. umrøtt, hvussu tær 200 mió. krónurnar, sum eru settar av til íbúðarverkætlanir til serliga málbólkar, skulu brúkast. Ætlanin er, at Bústaðir m.a. skal brúka av teimum 200 milliónirnar til at byggja bústaðir til fólk við serligum tørvi, og landsstýrismaðurin ynskir at meira ferð nú kemur á hesar ætlanir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder