Innanlands

Hans Joensen stillar upp fyri Fólkaflokkin

Handilsmaðurin við drúgvu roydnunum bjóðar seg nú fram á lista A

Hans Joensen er nýtt valevni til komandi løgtingsval
(Mynd: Fólkaflokkurin)

Hans Joensen er nýtt valevni til komandi løgtingsval (Mynd: Fólkaflokkurin)

2019-02-23 10:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flokkarnir eru fult í gongd við at fyrireika seg til Løgtingsvalið, ið verður einaferð seinni í ár. Valdysturin er í gongd, og nú hevur Fólkaflokkurin fingið eitt nýtt valevni.

Flokkurin boðar frá, at Hans Joensen, ið er handilsmaður í Havn, stillar upp til Løgtingsvalið.

Fólkaflokkurin skrivar, at í samfull 53 ár hevur Hans Joensen arbeitt í privatu vinnuni. Hóast hann ikki hevur stillað upp fyrr, hevur hann verið aktivur partur av Fólkaflokkinum og Havnar Framburðsfelag síðan hann var 16 ára gamal.

Hann sigur sjálvur soleiðis:

- Nú er tíðin komin, og tí havi eg valt at stilla upp til løgtingsvalið fyri Fólkaflokkin.

Í kanning sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fyri lítlum mánaði síðani, var flokkurin hjá Hans Joensen størsti flokkur við 27,1 % av atkvøðunum og níggu tinglimum. 

Les meira:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder