Innanlands

Hans Laksá fríkendur

Finansiel stabilitet slept sakarmálinum móti grannskoðanini hjá Eik Banka

2018-11-23 14:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hans Laksá, ein av stjórunum í grannskoðarafyritøkuni Januar, hevur í fingið at vita frá Finansiel Stabilitet, at sakarmáli móti grannskoðanini hjá danska Eik Banka ikki verður skotið inn fyri Hægstarætt.

Hetta upplýsir Januar á heimasíðu síni, har tað eisini verður upplýst, at Finansiel Stabilitet hevur gjørt av, at sakarmálið móti grannskoðanini hja føroyska Eik Banka verður slept.

Harvið er Hans Laksá leysur av øllum sakarkrøvum í sambandi við málið um Eik Banka, sum hava hingið á honum í 7 ár.

- Nú kann Hans Laksá loksins aftur nýta alla sína arbeiðsorku uppá arbeiðsuppgávunar fyri viðskiftafólkini hjá P/F Januar uttan at hugsa um sakarkrøv, skrivar januar.fo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder