Innanlands

Hanus avlýsti ferðina til Føroya

Hoyvíkingurin hevur verið til stórt íverksetaratiltak í Suðurspania og hevði ein flogferðaseðil til Føroya sunnudagin

- Vit, ið hava flogferðaseðlar til Føroya, kunnu eisini taka ábyrgd, sigur Hanus Samró (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Vit, ið hava flogferðaseðlar til Føroya, kunnu eisini taka ábyrgd, sigur Hanus Samró (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-13 06:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit, ið hava flogferðaseðlar til Føroya, kunnu eisini taka ábyrgd.

Soleiðis byrjar Hanus Samró, fyrrverandi løgtingsmaður, eitt stutt uppslag á Facebook.

Í dag hevur nógv rumbul verið ymsastaðni á netinum, tí føroyingar ynskja, at flogferðslan, serliga úr Danmark, steðgar, so smittuvandin minkar.

Les eisini: 
Eiga Føroyar at steðga allari flúgving
Spyrfo: Fólkið vil støðga flogferðsluni
Undirskriftinnsavnan til áheitan um ferðafólkaforðboð
Ferðafólkið er nú í sottarhaldið

Hanus Samró hevur tikið lut í stóra íverksetaratiltakinum, Seedster, í Spania, sum Jesper Buch, stovnarin av JustEat og kenda leyvan í "Løvens Hule", skipar fyri. Tiltakið endaði í gjárkvøldið, ein dag ov tíðliga, orsakað av støðuni í Danmark.

Hanus skuldi eftir ætlan til Føroya, men orsakað av støðuni hevur hann broytt ætlan og tikið ábyrgd:

- Eg avlýsti ferðina í gjáramorgun. Ikki tí, at eg skal, men tað er eingin orsøk til at risikera nakað. Vit kunnu valla steðga virusinum, men vit kunnu tálma spjaðingini saman.

Hann hevur eina áheitan til føroyingar í líknandi støðu:

- Avlýs ferðaseðilin.

Tað eru føroyingar, búsitandi í Danmark, sum eru farnir til Føroya í gjár. Tað er tó eisini dømi um fólk, ið hava havt ferðaseðil til Føroyar, men sum hava avlýst ferðina.

- Her í Spania liggur um 22-26 stig. Um eg havi skilt kunnleikan rætt, tolir virusið ikki so væl hita. Um tað er, so eri eg kanska í "tryggasta" staðnum í Evropa. Havi ferðaseðil til Føroyar sunnudagin, men eg flúgvi til Hollands, og fari sjálvboðið í karantenu har ístaðin, sigur Hanus Samró.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder