2018-11-25 10:10
Nógv fólk vóru í býnum í nátt, men sambært løgregluni hevur tað eftir umstøðunum verið stak friðarligt.
Í fleiri førum mátti sjúkrabilur tó sendast eftir fólki, sum høvdu fingið ov nógv niðurum og vóru dottin, og løgreglan hevur eisini verið og koyrt onkur full fólk heim.
Klokkan 4.20 í nátt fekk løgreglan boð um, at ein maður varð sligin inni á einum skeinkistaði í Klaksvík.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at tey enn ikki rættiliga vita, hvat er farið fram, men at tey fara at kanna málið nærri í dag, og so verður tikið støðu til, um nakar verður skuldsettur fyri harðskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald