Bretski Harry prinsur og konan, Meghan Markle fluttu í fjør til amerikanska statin Kalifornia, og í farna mánaða varð boðað frá, at tey vera ikki aftur at síggja sum ein aktivur partur av kongshúsinum. Nú hevur prinsurin eisini fingið nýtt starv í Silicon Valley í San Francisco.
36 ára gamli prinsurin hevur fingið eitt leiðslustarv í fyritøkuni BetterUp, sum fæst við coaching og sálarheilsu.
Nýggja starvsheiti hansara er "chief impact officer", skrivar Reuters.
Við Wall Street Journal sigur Harry prinsur:
– Eg ætli mær at hjálpa fólki við at fáa ávirkan í teirra lívi. Forvirkin coaching gevur óendaliga nógvar møguleikar fyri persónliga menning, meira tilvit og eitt betri lív sum heild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald