2020-12-04 06:25

MRCC støðin í havn fekk seinnapartin í gjár fráboðan um, at ein maður sum var á haruveiðu omanfyri Leynavatn hevði brotið beinið.
Tað upplýsir MRCC fyri heimasíðuni jn.fo.
Bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi var boðsend, og fór eftir skadda manninum, og flutti hann á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald